- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjarhiti út á Tinganes
Fjarhiti út á Tinganes
Ætlanin um sjóhita er fyribils steðgað
30.07.2024 - 07:20
Kannað verður nú, um Tinganes kann hitast við fjarhita.
Løgmansskrivstovan hevur saman við Betri trygging arbeitt við møguleikanum at gera eina sjóhitaskipan til tey 22 húsini á Tinganesi og í grannalagnum, sum Løgmansskrivstovan varðar av.
Tann verkætlanin var fyri einum ári síðani mett at kosta 10 milliónir krónur.
Landið skuldi rinda sín lutfalsliga part.
Sjóhitaskipanin skuldi spara landinum nakrar hundrað túsund krónur árliga í oljukeypi.
Hetta arbeiðið, at fyrireika sjóhitaskipan, er tó fyribils steðgað.
Í staðin verður nú saman við Tórshavnar kommunu og Fjarhitafelagnum kannað, um til ber at fáa fjarhitaleiðing út á Tinganes.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV