- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki ummæli frá politinum
Lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu, lógin um gongd í haga, sum hon eisini verður kallað, var ikki sent politinum til ummælis.
Uppskotið var sent til umælis hjá 11 fyritøkum og feløgum.
Tað var eisini sent stjórnarráðunum.
Lógaruppskotið var eisini alment til ummælis á heimasíðuni hjá Uttanríkis-og vinnumálaráðnum frá 25. januar til 23. februar í ár.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið fekk 95 hoyringarskriv.
Einki teirra var frá politinum.
Politiið er annars nevnt nakrar ferðir í lógini.
Nýggja lógin um burðadygga ferðavinnu er ógreið, og tí kunnu vit einki gera.
Tað vóru boðini, sum Johannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, fekk frá vakthavandi, tá hann ringdi til løgregluna mánadagin 22. juli.
Bóndin hevði, sum lógin sigur, stongt hagan, tí hann skuldi á fjall.
Útlendsk ferðafólk
Men um middagsleitið komu 14 útlendsk ferðafólk.
Bóndin ringdi til politiið, tí ferðafólkini vildu ikki fara, tá hann bað tey fara.
Men svarið, hann fekk haðani, var, at tað fekk einki gjørt, tí lógin er ógreið.
Sambært lógini kann bóndi steingja hagan, um hann til dømis skal á fjall.
Lógin sigur eisini, at ein kunngerð skal lýsast um, hvussu hetta skal almannakunngerast.
Tann kunngerðin er ikki komin enn.