- Tíðindi, mentan og ítróttur
Olympisku leikirnir í Kringvarpinum
Franski høvuðsstaðurin, París, er í hesum døgum karmur um eitt av heimsins størstu ítróttartiltøkum.
Olympisku leikirnir byrja av álvara við stórfingnari setan í kvøld, og næstu vikurnar fara góð 10.000 ítróttafólk at kappast í 32 greinum.
Kringvarpið sendir setanina, og í samstarvi við DR fer Kringvarpið somuleiðis at senda heilt fitt av kappingunum, sum vera á skránni næstu nógvu dagarnar.
Millum annað hondbóltur, flogbóltur, svimjing, súkkling og tennis verða at síggja beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.
Eingin beinleiðis rógving
Tíverri hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa avtalu í lag við TV2, sum hevur rættindini til OL-rógving. Tí ber ikki til at síggja føroysku rógvararnar, Sverra Sandberg Nielsen og Sáru Maria Johansen, beinleiðis í Kringvarpinum.
SÍ EISINI: Olympiski dreymurin
Sverri Sandberg Nielsen ger nýggja roynd eftir OL-heiðursmerkinum, sum glapp í Tokyo í 2021, og Sára Maria Johansen er við fyri fyrstu ferð sum ein av níggju á danska áttaranum.
SÍ EISINI: Sára Maria og Sverri hvør sítt útgangsstøði
Vit fylgja kortini føroyingunum á øllum okkara pallum. Til ber at fylgja innleiðandi róðrunum leygardag 27. juli, ólavsøkudag og týsdagin 30. juli á beinleiðis bloggi á kvf.fo. Eisini fáa vit viðmerkingar o.a. frá føroysku rógvarunum.
Sí eisini