Kanna hvalspýggju

Kanna hvalspýggju
Vit vita ov lítið um hvalspýggju í føroyskum sjógvi - hon er ein plága fyri alingina í grannalondunum
 
20.07.2024 - 10:12

Skaðiligar hvalspýggjur eru ein vaksandi avbjóðing fyri alivinnuna í grannalondunum Noregi og Skotlandi, og veðurlagsbroytingarnar hótta bæði við at økja um títtleikan og álvarsemi av hesum blóman av hvalpýggja í Norðuratlantshavi.

Men sera lítil vitan er um hvalspýggju í føroyskum sjógvi. Hvørji sløg eru til staðar? Hvør er teirra útbreiðsla og lívsringrásir? Er hetta broytt við tíðini?

Tí verður ein verkætlan skipað undir leiðslu av Firum, sum fyrr kallaðist Fiskaaling. Verkætlanin, sum kallast GLOBECC, skal svara hesum spurningum. Talan er um eitt samstarv millum granskingarstovnar og fyritøkur í Føroyum og Noregi og Skotlandi.

Verkætlanin, sum gongur yvir tvey ár, er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV