Eingin kjarnorkugeisling frá Albany

Eingin kjarnorkugeisling frá Albany
Eingin geisling bleiv staðfest, tá kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin USS Albany var í Føroyum frá 12. til 17. juli
USS Albany kom til Føroya fríggjadagin og fór hiðani mikudagin.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
19.07.2024 - 06:15

Eingin geisling bleiv staðfest, tá kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin USS Albany var í Føroyum frá 12. til 17. juli.

Tað sigur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, sum hevði støðugt eftirlit við geisling, meðan USS Albany sigldi í føroyskum sjóumveldi og lá við bryggju á Oyrareingjum.

Saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Vørn vóru regluliga tiknar vatnroyndir í Kollafirði.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið gjørdi dagliga mátingar við serútgjørdum geislamátibili.

Og tað hevði fólk við geislamátiútgerð á Tjaldrinum, meðan tað sigldi.

Mátingar alla tíðina

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið og Vørn høvdu samstarv um tilbúgvingarátøkini í sambandi við vitjanina.

Tjaldrið og Vørn tóku ímóti USS Albany, tá hann kom í føroyskt sjóumveldi, og fylgdi honum til Oyrareingir.

Meðan hann lá har, lá Tjaldrið í Kollafirði. 

Tá vitjanin var liðug mikudagin, fylgdi Tjaldrið USS Albany út aftur úr føroyskum sjóumveldi.

110 fólk eru við USS Albany.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480