Isak nýtt føroyskt met

Isak nýtt føroyskt met
Isak Brisenfeldt setti nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil á evropeisku juniormeistarastevnuni í Vilnius. Óli Mortensen átti gamla metið
Isak Brisenfeldt tók góð tvey sekund av síni bestu tíð, tá hann setti nýtt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil
 
02.07.2024 - 20:30

Isak Brisenfeldt hevur sett nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil á evropeisku juniormeistarastevnuni í Vilnius.

Ungi svimjarin úr Havnar Svimjifelag svam teinum upp á 2,05.22. Gamla metið, sum var 2,06.05, átti Óli Mortensen.

Við nýggja metinum tík Isak Brisenfeldt góð tvey sekund av síni bestu tíð. Hon var 2,07.41 og varð sett á Danish Open í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017