Marjun Hanusardóttir í nevndina í Føroya Banka

Marjun Hanusardóttir í nevndina í Føroya Banka
Eykaaðalfundur verður í bankanum í dag
Marjun Hanusardóttir verður nýggjur nevndarlimur í Føroya Banka. (Savnsmynd)
 
18.06.2024 - 10:31

Í dag verður Marjun Hanusardóttir vald í nevndina hjá Føroya Banka.

Føroya Banki hevur boðað til eykaaðalfundar í dag.

Í fundarboðunum verður sagt, at Marjun Eystberg hevur biðið um at sleppa úr nevndini. 

Marjun Eystberg var vald í nevndina á aðalfundinum 21. mars í ár.

Í hennara stað verður skotið upp at velja Marjuna Hanusardóttur. Hon var løgmansstjóri frá 1996 til 2021, tá hon fór frá fyri aldur. 

 

Birgir Durhuus hevur verið nevndarformaður í Føroya Banka síðani aðalfundin í mars.

 

Stórar broytingar

Stórar broytingar vóru í nevndini í Føroya Banka á aðalfundinum í mars. 

Birgir Durhuus er nú formaður, Annfinn Vitalis Hansen, næstformaður, og hini í nevndini eru Kristian Reinert Davidsen, Árni Tór Rasmussen, Tom Ahrenst og Marjun Eystberg, sum nú fer úr nevndini.

Starvsfólkavaldu nevndarumboðini í Føroya Banka eru Kenneth Samuelsen, Rúna Hentze og Alexandur Johansen.

Marjun Hanusardóttir verður í fyrstu atløgu vald í nevndina til aðalfundin næsta ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519