Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
Botnfiskurin undir Føroyum hevur ikki havt tað gott í fleiri ár, og orsøkirnar hví so er, eru fleiri. Men er nakar glotti at hóma?
 
13.06.2024 - 15:16

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Men hvørji eru útlitini fyri toski, hýsu og upsa í 2024?

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, og Hjálmar Hátún, havfrøðingur, vóru í útvarpsstovuni í morgun og tosaðu um støðuna hjá botnfiskinum undir Føroyum. Eftir nøkur løk ár sær út til, at liviumstøðurnar hjá botnfiski eru batnandi.

 

 

1679269

 

Lurta eftir samrøðuni við Petur Steingrund og Hjálmar Hátún í Góðan Morgun Føroyar. 

 

 

Tekin um eina batnandi støðu hjá stovninum eru:

 

  •  Gróðurin í havinum hevur verið góður, og nógv yngul hevur verið at sæð. Tað var upp á tað tað hægsta í 2024
  •  Yvirlitstrolingar við Jákupi Sverra á sumri 2023 vístu, at toskurin var væl í holdum
  •  Fiskimenn hava havt hampiligan fiskiskap í vetur, og toskurin var fullur í nebbasild og væl fyri
  • Yvirlitstrolingin á Landgrunninum í mars vísti eitt vet meira av toski enn tey undanfarnu fýra árini, og nógv er til av smáhýsu
  • Fuglateljingar geva ábending um økt tal av floygdum pisum hjá sjófugli (lomviga, ritu, ternu og lunda) í 2023

 

Hetta eru góðar ábendingar um, at umstøðurnar hjá botnfiski áttu at verið góðar, men kortini kann mann ikki við vissu siga, um toskastovnurin fer at taka seg upp aftur.

 

Kelda: Hav.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977