Advokatur: Einki at fara eftir 

Advokatur: Einki at fara eftir 
Lesarabrævið fer ikki út um markið at vera ærumeiðandi, og har er einki at fara eftir. Tað sigur Christian Andreasen, advokatur, um útsøgnina hjá Kristini Michelsen
Christian Andreasen, advokatur
 
13.06.2024 - 19:36

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fær neyvan viðhald í tí, at talan er um eitt ærumeiðandi lesarabræv, ella at onkur fer út um sítt talu- og skrivifrælsi.

Tað heldur Christian Andreasen, advokatur.

 

Chr_Andreasen_kl_18

 

Kristin Michelsen fær heldur onga umbering fyri yvirskriftina í lesarabrævinum við heitinum "Kommunusamanlegging: ein fallos og annar".

 - Eg veit ikki, hvat eg skal biðja um umbering fyri, sigur Rósa Heinesen, ið skrivaði lesarabrævið í sambandi við fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging í Suðuroynni, sum verður leygardagin.

Í tíðindunum á døgurða segði Kristin Michelsen, at orðingarnar í lesarabrævinum hjá Rósu Heinesen eru so grovar og sexistiskar, at hann hevur vent sær til ein advokat. 

 

13062024_Kristin_um_sexismu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519