Macron útskrivar val í Fraklandi eftir stóran ósigur í ES-valinum

Macron útskrivar val í Fraklandi eftir stóran ósigur í ES-valinum
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eitt tjóðartingsval útskrivað orsakað av úrslitinum av einum ES-vali. Franski forsetin Macron tapir ES-valið so dygt, at hann útskrivaði nýval
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.06.2024 - 22:09

Franski forsetin Emmanuel Macron og flokkur hansara, Renaissance, sær út til at fáa ein so dyggan lúsing á ES-valinum, at forsetin hevur tikið avleiðingarnar av úrslitinum og hevur útskrivað nýval í Fraklandi. Fyrra umfar av valinum verður 30. juni, meðan seinna umfar verður hildið 7. juli. 

Hetta er fyrstu ferð, at eitt tjóðartingsval er útskrivað sum eitt úrslit av einum ES-vali. 

Flokkurin hjá Macron sær út til einans at fáa 15 prosent av atkvøðunum á ES-valinum, meðan høgraflokkurin Rassemblement national hjá Marine Le Pen sær út til at fáa 30 prosent av atkvøðunum. 

"Avgerðin er álvarsom og trupul, men tað snýr seg fyrst og fremst um eina álitisváttan á tykkum landsmenn," segði Macron, tá hann útskrivaði valið. 

Yvirhøvur hava høgraflokkarnir í Evropa havt stóra framgongd á ES-valinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859