- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítið rusk í verkfalstíðini
Lítið rusk í verkfalstíðini
Millum 12 og 58 posar við húsarhaldsruski eru komnir á brennistøðina hjá IRF um dagin, men brennistøðin á Hjalla tekur ikki ímóti ruski, meðan verkfall er
07.06.2024 - 10:59
Millum 12 og 58 posar við húsarhaldsruski eru komnir inn til IRF um dagin, nú fólk í verkfalstíðini hava kunnað farið við húsarhaldsruski á brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík.
Fólk rinda 24,50 kr. fyri at sleppa av við hvønn ruskposa.
Á kommunalu brennistøðini í Havn hava fólk ikki havt møguleika at sleppa av við húsarhaldsburturkast.
Andrias Joensen.
Bæði í Leirvík og á Hjalla er liðugt at brenna.
Hoyr Andrias Joensen, tekniskan leiðara á IRF, og John Erik Hansen, leiðara á kommunalu brennistøðini á Hjalla, í útvarpstíðindunum:
07062024_Rusk
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV