Á Breddanum: Børn hjá útlendingum í Føroyum og valið til ES-tingið

Á Breddanum: Børn hjá útlendingum í Føroyum og valið til ES-tingið
Tvey evni eru í sendingini í dag
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, verður í Breddanum fyrrapartin um útlendingar í Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2024 - 09:40

10 av 17 næmingum, sum ganga í skúla í Føroyum, men hava útlendskt persónstal, fingu ikki prógv í 9. flokki saman við javnaldrunum í fjør.

Tað eru børn hjá foreldrum, sum eru komin higar at arbeiða. Eisini kann vera talan um børn, sum eru komin við einum foreldri, ið hevur fingið føroyskan maka. 

Trupulleikin er ofta, at børnini eru stór, tá tey koma til landið, og tey standa ikki próvtøku í donskum og føroyskum. 

Tí fáa tey eitt prógv, sum tey ikki kunnu brúka til at koma víðari í skúlaskipanini.

Er tilgongdin av útlendingum so stór, at vit ikki klára fylgja við, verður spurt í sendingini.

 

 

Val til ES-tingið

Val er til ES-tingið í hesum døgum.

ES-borgarar vilja hava broytingar. Tað er ov torført at finna bústað, at finna gott arbeiði og at fáa almennar tænastur, t.d góðar heilsutænastur, ljóðar úr fleiri ES-londum. 

Samstundis vilja nógv minka talið á teimum, sum koma til ES úr øðrum londum, og vilja hava ein annan politikk á umhvørvis- og orkuøkinum. 

Tí er líkt til, at valið til ES-tingið hesa ferð fer at hava við sær, at snarað verður til høgru.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035