- Tíðindi, mentan og ítróttur
1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoyavík
- Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin, sigur ein brosandi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.
Niðri í Toftum
Tað er í víkingatoftunum Niðri í Toftum í Borðoyarvík í Klaksvík, at tey hava funnið perluna. Fólk frá Tjóðsavninum tók upp aftur forngrevstur har síðsta summar.
VIDEO: Tað er her í Borðoyavík í Klaksvík, at Tjóðsavnið í fleiri umførum hevur grivið í fornari víkingabúseting.
Kundi verið skolað burtur
- Vit funnu perluna í einum øki, sum hellur oman í móti áarbakkanum og sjóvarmálanum. Perlan er úr glasi og hon er innflutt til Føroya í víkingatíð. Perlan er helst komin úr Ribe ella Hedeby, sum vóru stórir handilsstaðir í víkingatíð, har hon antin er keypt beinleiðis, ella innflutt við skipið til Føroya. Perlan hevur verið partur av eini hálsketu ella armbandi, greiðir Ann Sølvia frá.
Tað er Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, ið hevur staðið fyri útgrevstrinum síðsta ár. Her hyggja tey at einum gomlum klíggjasteini, sum í fonari tíð varð bundin upp í endan á garnið á einum klíggjavevi. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Flatir steinar, har rivur eru ristar í. Hesir steinar hava verið brúktir, at baka breyð á og hava virkað sum bakipappír. Teir eru innfluttir til Føroya og eru helst úr miðøld. Funnir í toftunum í Borðoyavík. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Ein vøkur perla, sum eisini er funnin í víkingatoftunum í Borðoyavík. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Royðugrót, brúkt til at spinna við. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Tey hava funnið fleiri steinar, sum hava verið brúktir til bríni. Her er eina rásteinur, helst innfluttir úr Noregi, sum hevur verið ætlaður sum bríni. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Steinar, ið hava verið brúktir sum pottar ella íløt. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, stendur fyri útgrevstrinum NIðri í Toftum í Borðoyavík. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Bláa perlan varð funnin heilt tætt við sjóvarmálan (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)