- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið: Taka væntandi støðu til kongsvitjanina seinni í dag
Løgmaður hevur ikki endaliga tikið støðu til, um kongsvitjanin verður avlýst ella ikki.
Ein vika er, til Fríðrikur kongur og Mary drotning eftir ætlan skulu á fyrstu almennu vitjanina í Føroyum sum kongshjún.
Men verkfallið ger, at ivamál eru um vitjanina.
Í Tinganesi hava tey fylgt gongdini við verkfallinum, og skuldu eftir ætlan í dag taka støðu til, um vitjanin skuldi avlýsast.
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Nýggj støða
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at støðan við semingsroyndini er púra nýggj, og at hann skal tosa við nógvar partar, áðrenn hann kann taka endaliga støðu um vitjanina.
Løgmaður roknar við, at seinni í dag verður endalig støða tikin til, um kongshjúnini koma til Føroya í næstu viku.
Kongshjúnini skuldu vera í Føroyum frá 11. til 14. juni.