- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvisstovan: Rusk eigur ikki at verða tveitt í náttúruna
Umhvørvisstovan: Rusk eigur ikki at verða tveitt í náttúruna
Húsarhaldsposar eru blakaðir á Tinghellu við Æðuvík, har ruskpláss var fyrr
Mynd: Harriet Olafsdóttir av Gørðum. (Mynd á Facebook)
04.06.2024 - 13:20
- Eingin er meldaður, men tað er sera óheppið, at rusk verður blakað í náttúruna.
Tað sigur Rakul Mortensen, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni.
Tað var um vikuskiftið, at tað frættist, at húsarhaldsposar eru blakaðir á Tinghellu, tætt við Æðuvík.
Hetta er sama stað, sum var nýtt sum ruskpláss fyrr í tíðini, áðrenn IRF og Tórshavnar kommuna skipaðu innsavningina av ruski.
Tað frættist eisini, at ruskposar eru settir aðrastaðni út í náttúruni og á ogn hjá øðrum.
Hoyr innsag í útvarpstíðindunum:
04062024_Rakul_um_rusk
Harriet Olafsdóttir av Gørðum skrivaði eisini á Facebook, um at rusk verður tveitt á Tinghellu.
Nýggjastu sendingar í ÚV