- Tíðindi, mentan og ítróttur
VEKS leigar tvær íbúðir frá Bústøðum til ellisíbúðir
VEKS leigar tvær íbúðir frá Bústøðum til ellisíbúðir
Íbúðirnar í Streymnesi eru lidnar, og flutt verður í tær í juni ella juli, sigur Sunda kommuna
31.05.2024 - 12:20
Allar tær sjey íbúðirnar í Heinagerði í Streymnesi, sum eingin áhugi var fyri at leiga fyri tveimum vikum síðani, eru nú umbidnar.
Leigan fyri íbúðirnar var 10.900 krónur um mánaðin, umframt hita og el, men nú Bústaðir settu leiguna 1100 krónur niður, var áhugin har.
Fólk flyta í íbúðirnar í juni ella juli, skrivar Sunda kommuna, og av teimum sjey hevur VEKS leigað tvær, sum eru fyrstu ellisíbúðir í Føroyum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
31052024_Ellisibudir_og_VEKS
Páll á Reynatúgvu er stjóri í VEKS.
Stjórin í VEKS leggur aftrat, at hóast hesar báðir ellisbústaðirnir eru í Streymnesi, kunnu tað vera borgarar úr øllum VEKS-økinum, ið fara at búgva í teimum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV