- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin í Rúsuni farin frá
Løgmálaráðið hevur gjørt fráfaringaravtalu við stjóran í Rúsdrekkasølu Landsins, sum merkir at hann fer úr stjórastarvinum beinanvegin.
Í fráfaringaravtaluni stendur, at partarnir eru samdir um, at Rógvi Fossádal gevst nú.
Hann verður fríttstillaður, men fær tó løn í níggju mánaðir, til 28. februar næsta ár.
Fráfaringaravtalan er undirskrivað av Rógva Fossadal, nú fyrrverandi stjóra, og Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum.
Í fráfaringaravtaluni verður einki sagt um, hví Rógvi Fossádal fer úr stjórastarvinum beinanvegin. Har stendur bara, at Løgmálaráðið rindar honum 10.000 krónur, umframt meirvirðisgjald, til advokathjálp.
Í tíðindaskrivi fyrr í dag skrivar Løgmálaráðið bara, at "eftir 13 ár sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins fer Rógvi Andrias Fossádal nú at royna aðrar leiðir."
Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking um uppsøgnina, men hvørki fyrrverandi stjórin ella aðalstjórin í Løgmálaráðnum taka telefonina.
Løgmálaráðið boðar frá, at Jan Arabo er settur sum virkandi stjóri fyri Rúsdrekkasøluna, og hann tekur við í morgin, 1. juni. Jan Arabo er fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Rúsdrekkasøluni.
Starvið sum stjóri í Rúsuni verður lýst leyst í næstum.