Føroyar smurdu Andorra av

Føroyar smurdu Andorra av
Føroysku fótbóltskvinnurnar skutu eitt mál fyri steðgin, trý í seinna hálvleiki og fingu sostatt tey trý stigini, sum tær vildu hava í EM-undankappingardystinum ímóti Andorra
Føroyski hópurin væl nøgdur eftir stórsigur á Andorra á Tórsvølli
Mynd: FSF  
 
31.05.2024 - 19:05

Tær vildu á talvuna, og tað komu tær so sanniliga við fýra mála sigri á Andorra á Tórsvølli. 

Sunniva Willemoes Dal Christiansen, Ásla Johannesen, Birita Ryan og Petra Hoydal, sum spældi sín fyrsta dyst, skutu málini fyri Føroyar - trý teirra eftir deyðbólt.

 

Fult tamarhald frá byrjan

Føroyar hevði vunnið allar tríggjar dystirnar, sum landsliðið hevði spælt ímóti Andorra, og mestsum beinanvegin sást, at heimaliðið ætlaði sær hin fjórða eisini.

Tær í hvítum stýrdu dystinum, men høvdu eitt sindur ilt við at spæla seg til teir heilt stóru møguleikarnar. Tí var tað kanska ikki so løgið, at eitt horna frá frálíka vinstra beininum hjá Tórunn H. Joensen, gjørdist loysnin. 

KÍ-spælarin sendi bóltin innfyri, og har stakk Sunniva Willemoes Dal Christiansen seg upp og skallaði Føroyar framum.

 

Tryggjaðu sær stigini eftir steðgin

Leiðslan kundi verið størri, tí bæði Heidi Sevdal og Ásla Johannesen høvdu góðar kjansir at økja í fyrra hálvleiki, sum kortini endaði 1-0.

Eftir steðgin skuldu tey góðu 500 viðhaldsfólkini ikki bíða leingi eftir næsta málinum. 48 minuttir vóru spældir, tá Jensa Tórálvsdóttir sendi horna innfyri úr vinstru og Ásla Johannesen, sum spældi sín 50. landsdyst, fekk eitt mál í jubileumsgávu. 2-0 til heimaliðið. 

Miðskeiðis í 2. hálvleiki øktu Føroyar aftur, tá Tórunn H. Joensen sendi fríspark innfyri til KÍ-liðfelagan, Biritu Ryan, sum hegnisliga sendi bóltin í netið, og tá 11 minuttir vóru eftir at spæla, økti Petra Hoydal til 4-0 í sínum fyrsta A-landsdysti.

 

Grikkaland vitjar týsdagin

Føroyingarnir fegnaðust saman við viðhaldsfólkunum eftir dystin, og bæði venjarar og spælarar tóktuskt væl nøgdir við úrslitið, sum lyftir Føroyar upp á 3. pláss í bólkinum, har Grikkaland og Montenegro eru fremst við sjey stigum í part.

Júst Grikkaland vitjar á Tórsvølli týsdagin. Føroyar taptu við einum máli fyri grikkum á útivølli í apríl, og tí er ikki óhugsandi, at føroysku kvinnurnar kunnu fáa stig á heimavølli.

 

Tórsvøllur (EM-undankappingardystur í bólki C3)
Føroyar - Andorra 4-0 (1-0)
1-0 Sunniva Willemoes Dal Christiansen, 25 min.
2-0 Ásla Johannesen, 48 min.
3-0 Birita Ryan, 66 min.
4-0 Petra Hoydal, 79 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564