- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan keypir barnagarðin hjá nonnunum
Tórshavnar kommuna skal keypa dagstovnin hjá katolikkunum, Skt.Jósefs barnagarð, fyri átta milliónir krónur.
Katólska kirkjan í Føroyum hevur spurt Tórshavnar kommunu, um hon vil keypa ognir hjá kirkjuni.
Talan er um dagstovnin við Varðagøtu, sum er bygdur í 1965, og kleystrið, Kerit, sum er bygt í 1980.
Í kleystrinum eru 11 kømur.
Kommunustjórin og trivnaðarstjórin mæla til at bjóða átta milliónir krónur fyri dagsstovnin.
Kirkjan hevur tikið av hesum tilboði.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá stjórunum.
Býráðið skal viðgera málið í dag.
Skt.Jósefs barnagarður er sjálvsognarstovnur.
Men hann skal vera vanligur kommunalur dagstovnur.
Kommunan skal bjóða teimum, sum arbeiða her, at halda fram.
Eftir at hava verið í Føroyum síðani 1931 hevur katólska kirkjan gjørt av at lata aftur kleystrið hjá fransiskanarasystrunum, sum fara úr Føroyum næsta mánað.