- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Avbjóðingar hjá útlendskum næmingum í fólkaskúlanum
Á Breddanum: Avbjóðingar hjá útlendskum næmingum í fólkaskúlanum
Fleiri ung, sum eru komin til Føroya sum stór børn ella hálvvaksin, hava stórar avbjóðingar at læra føroyskt og danskt nóg væl fyri at fáa eitt brúkiligt prógv í fólkaskúlaum
30.05.2024 - 09:03
Summarið nærkast og fólkaskúlanæmingar og komandi pisur fegnast um, at skúlin endar, og eitt nýtt tíðarskeið við øðrum avbjóðingum byrjar.
Men ikki øll hava somu møguleikar at standa við einum prógvi í hondini, tá próvtøkurnar eru lidnar.
Fleiri ung, sum eru komin til Føroya sum stór børn ella hálvvaksin, hava stórar avbjóðingar at læra føroyskt og danskt nóg væl fyri at fáa eitt brúkiligt prógv í fólkaskúlaum.
Og hvørjar møguleikar hava tey so at fáa eina útbúgving og ta lívsleið, sum tey vilja?
Tað er evni í Breddanum í dag.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV