- Tíðindi, mentan og ítróttur
ILA-forboð á Vágsfirði og Hovsfirði
Nú ILA er staðfest á Vágsfirði, hevur Heilsufrøðiliga starvsstova ásett nøkur forboð á Vágsfirði og Hovsfirði.
Tey eru sambært ILA kunngerðini.
Forboð er fyri at fiska innanfyri 1000 metrar frá aliringunum, fyri at sigla innanfyri 500 metrar frá ringunum, fyri at pumpa vatn inn ella út innanfyri 2,5 kilometrar frá ringunum, fyri at sandur ella grús vera upp- ella útpumpað innanfyri 2,5 kilometrar frá ringunum og forboð fyri at flyta aliútgerð.
Serligur áhugi er fyri slóðini hjá alibátum, sum arbeiddu á Vágsfirði, áðrenn ILA var staðfest.
Tí eru ávísar treytir settar til ferðsluna hjá alibátum og útgerð av aliøkjunum í Hvalba, Selatrað og við Neslandið.
Eingin illgruni er tó til ILA smittu aðrastaðni enn á Vágsfirði.
Heilsufrøðiliga starvsstovan ger vart við, at ILA ikki er vandamikið fyri fólk.