- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Støðan í verkfallinum
Verkfallið hevur nú vart í meiri enn tvær vikur, og við fráboðanini frá Havnar arbeiðskvinnufelag í gjár, um at arbeiðskvinnurnar í Havn eisini fara í verkfall, tykist einki røkjast fyri, at partarnir nærkast - heldur tvørturímóti
Og sum frálíður rakar verkfallið breitt.
Bæði handilshillar og bensinstøðir eru tómar.
Hinvegin er nógv rusk, og tað hópar seg upp á dagstovnum, sum noyðast at lata aftur. Fólk sleppa ikki til arbeiðis, og tey fáa tískil ikki løn, fyrr enn verkfallið er av.
Men hvussu er støðan millum partarnar, nú verkfall hevur verið í góðar tvær vikur?
Tað viðgera vit í Breddanum í dag.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá verkafjøldini, og Niels Winter, stjóri í Vinnnuhúsinum, sum umboðar arbeiðsgevararnar, vera í útvarpsstovuni.