- Tíðindi, mentan og ítróttur
VEKS fær nú eldraráð
VEKS fær nú eldraráð
Nú skal skipast eitt eldraráð fyri VEKS, sum er kommunala samstarvið um eldraøkið í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunum.
26.05.2024 - 18:23
Tað er stýrisformaðurin í VEKS, Jógvan Kruse, sum er komin við uppskotinum, og á stýrisfundi í Kvívík herfyri tók stýrið undir við hesum.
Uppgávan hjá Eldraráðnum verður at upplýsa, ráðgeva og mæla til tiltøk, sum byggja upp samskiftið millum eldru borgararnar og VEKS.
- Ætlanin er, at hvør kommuna sær samtykkir nýggja leistin hjá eldraráðnum, og at valið til eldraráðið verður í heyst og kemur at fylgja kommunuvalskeiðinum, sigur Jógvan Kruse.
Stýrisformaðurin leggur aftrat, at tey í longri tíð hava arbeitt við at fáa skipað eitt eldraráð, sum hann vónar kann vera við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið, sum tær fýra kommunurnar hava í VEKS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV