- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Nýggja ferðavinnulógin
So var hon loksins her: lógin um gongd í haga - ella burðardygga ferðavinnu.
Summi fegnast, onnur eru vónbrotin.
Fleiri landsstýrismenn hava roynt at fáa semju um eldfima málið, men tað gjørdist Høgni Hoydal, sum megnaði at fáa eina breiða politiska semju um lógaruppskotið um nýggja ferðavinnulóg.
24 atkvøður vóru fyri, tá lógin var endaliga samtykt.
Men hvat er tað, sum var samtykt í tinginum týsdagin?
26 broytingaruppskot
Ikki færri enn 26 broytingar skuldu til, áðrenn tað eydnaðist at finna breiða politiska semju tvørtur um miðjuna.
Í Breddanum spyrja vit, hvar málið endaði, og hvat hagafólk, ferðavinnufólk og bøndur halda um úrslitið.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður eisini í sendingini.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.