Donsk fyritøka kannar trivnaðin í føroyskum sjúkrahúsum

Donsk fyritøka kannar trivnaðin í føroyskum sjúkrahúsum
A/S Ennova skal gera trivnaðarkanningina í føroyska sjúkrahúsverkinum
Klaksvíkar sjúkrahús.
 
23.05.2024 - 06:39

Danska fyritøkan A/S Ennova skal gera trivnaðarkanningina í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Boðið hjá Ennova er 195.000 krónur uttan meirvirðisgjald.

VRG, Jón Joensen, spyr.fo og Lóður komu eisini við tilboðum.

Trivnaðarkanningin skal byrja 18.september.

Endamálið við henni er at fáa at vita, hvussu tey 1.300 starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum trívast, bæði sálarliga og í arbeiðinum sum heild.

Harafturat skal hon nýtast sum eitt strategiskt amboð til at varðveita og styrkja Sjúkrahúsverkið sum eitt dragandi og virkið arbeiðspláss, har trivnaður er í hásæti. 

Endamálið er eisini at síggja, hvussu væl virðini hjá Sjúkrahúsverkinum eru verksett, sigur Sjúkrahúsverkið í útboðstilfarinum. 

Í Trivnaðarkanningini vera 30 til 40 spurningar.

Úrslitini skulu vera tøk í oktober ella november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749