- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta stovnar aftrat í Tórshavnar kommunu lata aftur
Átta stovnar aftrat í Tórshavnar kommunu lata aftur
Orsøkin er tann sama - ruskið verður ikki heintað, tí verkfall er
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.05.2024 - 11:15
Í morgin stongja átta dagstovnar afturat í Tórshavnar Kommunu. Tað boðar kommunan frá fyrrapartin.
Orsøkin er tann sama - ruskið verður ikki heintað, tí verkfall er.
Sambært Tórshavnar kommunu vísa heilsumyndugleikarnir á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og tað kann eisini vera smittuvandi av tí.
Ruskið er farið at hópa seg upp á dagstovnunum, og nú verða teir stongdir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Í morgun stongdu 15 dagstovnar í Tórshavnar Kommunu. Og í morgin stongja so átta dagstovnar afturat.
Tilsamans 36 dagstovnar eru í Tórshavnar kommunu.
Stovnarnir, sum lata aftur í morgin, eru hesir:
Býlingshúsið Millum Gilja
Býlingshúsið Inni á Gøtu
Býlingshúsið á Norðasta Horni og Ungdómshúsið í Vesturbýnum
Dagstovnurin á Hamrinum
Dagstovnurin á Argjum
Dagstovnurin í Hoyvík
Dagstovnurin Kura (Vøggustova og barnagarður við Botnánna)
Frítíðarskúlin Smílibýlið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV