- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytaða revsing og samfelagstænastu fyri harðskap
Treytaða revsing og samfelagstænastu fyri harðskap
Báðir menninir, sum vóru ákærdir, játta hendingargongdina í ákæruritinum
22.05.2024 - 09:43
Menninir, sum vóru ákærdir fyri harðskap og hóttan eftir lívinum, fingu báðir treytaða revsing og samfelagstænastu í Føroya rætti.
Annar, hann er 17 ár, fekk fýra mánaðir, tí hann er dømdur fyri okkurt annað eisini.
Hann skal gera samfelagstænastu í 80 tímar.
Hin, sum er 18 ár, fekk 40 dagar og samfelagsrevsing í 60 tímar.
Ákæruvaldið kravdi harðari revsing.
Hendingin var í Klaksvík stutt fyri jól í 2021.
Báðir menninir játta hendingargongdina í ákæruritinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV