- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Vakmyndatól í almenna rúminum
Á Breddanum: Vakmyndatól í almenna rúminum
Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið at bera so í bandi, at kommunur sleppa at seta vakmyndatól upp
17.05.2024 - 09:43
Kommunurnar skulu sleppa at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum.
Tað halda øll í løgtingum uttan Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana í Miðflokkinum.
Í gjár atkvøddi løgtingið fyri einum uppskoti hjá Sambandsflokkinum til samtyktar - ein áheitan á landsstýrið um at bera so í bandi, at kommunurnar sleppa at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
Hetta hevur ikki verið væl móttikið av m.a. landsstýrismannium í lógarmálum, sum hevur sagt kortanei.
Hvat eru argumentini fyri og ímóti?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV