- Tíðindi, mentan og ítróttur
ÍSF stovnar partafelag til Oyggjaleikirnar
ÍSF stovnar partafelag til Oyggjaleikirnar
Felagið skal hava rakstur, skipan, fyrireiking og annað um hendur
14.05.2024 - 09:35
ÍSF fer at stovna partafelag, sum skal skipa lutin hjá ÍSF í Oyggjaleikunum.
Partafelagið skal hava rakstur, skipan, fyrireiking og annað.
Tað verður tí ikki ÍSF sjálvt, sum fer at standa fyri Oyggjaleikunum, men partafelagið, sum ÍSF tó eigur.
Hetta er vanlig mannagongd hjá ítróttasambondum, tá Oyggjaleikir vera hildnir.
Hetta fekk mentanarnevndin hjá løgtinginum at vita, tá hon viðgjørdi uppskotið um landskassastuðul til Oyggjaleikirnar.
14 ítróttagreinir vera við í Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV