- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks kommunur seta fólkatalsmet
Seks kommunur seta fólkatalsmet
Fyri fyrstu ferð er fólkatalið í Kaksvíkar kommunu farið upp um 5.500
13.05.2024 - 06:12
Fyri fyrstu ferð er fólkatalið í Kaksvíkar kommunu farið upp um 5.500.
Tað var 5.503 1. apríl, 82 fleiri enn 1. apríl í fjør.
Fólkatalið setti met í seks kommunum 1. apríl.
Í Tórshavnar kommunu nærkast fólkatalið 23.300.
Í Runavíkar kommunu búgva næstan 4.400 fólk.
Í Vága kommuna vóru fyri fyrstu ferð fleiri enn 2.200 fólk.
Í Nes kommunu nærkast fólkatalið 1.550, og í Sjóvar kommunu er fólkatalið farið upp um 1.200, skrivar Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV