- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey fólk á sjúkrahúsi, hóast tey eru frísk
Tann 30. apríl vóru sjey fólk á sjúkrahúsi í Føroyum, hóast tey vóru frísk.
Onkur teirra hevur verið har í átta mánaðir.
Tey vóru har, tí tey hava ongastaðni at fara.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann, sum spurdi um liðugt viðgjørdar sjúklingar á sjúkrahúsunum.
Talið hevur verið á leið tað sama øll árini, síðani skrásetingin byrjaði í 2020.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. (Savnsmynd)
876 seingjardagar
Til og við apríl í ár hava 47 frísk fólk verið á sjúkrahúsi, átta yngri enn 67, og 39 eru 67 ár ella eldri.
Tey hava havt 876 seingjardagar.
Margit Stórá sigur, at lógaruppskot verður fyrireikað um heimild til at áseta gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum framvegis eru á sjúkrahúsi.
Slík skipan er longu í grannalondunum. Har virkar hon væl, sigur Margit Stórá.
Kommunurnar og Almannaverkið verða kravd eftir gjaldinum.