- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar gevast í Norðurlandaráðnum fyribils
Grønland gevst við stjórnarsamstarvinum í Norðurlandaráðnumn fyribils.
Tað boðar Muté B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, frá í dag.
Orsøkin er, at svenski formansskapurin í Norðurlandaráðharraráðnum ætlar ikki, at Grønland, Áland og Føroyar skulu vera við á summarfundinum hjá stjórnarleiðaranum, sum verður í mai, sigur Muté B. Egede í opnum brævi í dag.
Landsstýrisformaðurin skrivar, at grundgevingin frá formansskapinum er, at fundurin í høvuðsheitum fer at snúgva seg um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, og at Svøriki hevur gjørt av at skipa fyri "óformligum" fundum á hægsta stigi, har uttanríkis- og trygdarpolitkkur verður samskipaður.
Johan Dahl, løgtingsmaður.
Johan Dahl, sum er annað løgtingsumboðið í Norðurlandaráðnum, heldur, at Føroyar eiga at taka somu støðu sum Grønland:
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.