- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin: Skíggjanýtsla hjá ungum má setast á breddan
Landsstýrismaðurin: Skíggjanýtsla hjá ungum má setast á breddan
Norðurlendsku útbúgvingarmálaráðharrarnir hava havt fund um málið
06.05.2024 - 14:33
- Tað er ræðandi, hvussu bundin tey ungu eru at skíggjanýtslu.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ið júst hevur verið á norðurlendskum ráðharrafundi um millum annað hetta evnið.
Semja er millum norðurlendsku útbúgvingarráðharrarnar um, at skíggjanýtsla hjá ungum má setast á politiska breddan.
Herfyri kom Djóni Nolsøe Joensen við uppskoti um nýggjan telefonpolitikk.
Málið verður fyrireikað soleiðis, at allir skúlar í næstum fáa reglur um fartelefonir í skúlatíð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
06052023_Skiggjanytsla
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV