- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pippi skaðilig fyri nervarnar
Pippi skaðilig fyri nervarnar
Ov nógv blýggj ger, at Pippikrúss eru afturkallað
04.05.2024 - 10:52
Ov nógv blýggj ger, at handilin Nips í SMS afturkallar emaljerað barnakrúss við Pippi Langsokki, ella Smokkuleggi, á.
Talan er um fýra krúss, sum eru seld í ár.
Blýggj ávirkar nervaskipanina.
Nervaskipanin hjá børnum er serliga viðkvom.
Fólk, sum hava keypt slíkt krúss í Nipsi í ár, eiga at fara aftur í handilin við krússinum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Um fólk hava keypt slíkt krúss í einum øðrum landi, eiga tey at spyrja tann, sum seldi teimum tað, um krússið er eitt teirra við ov nógvum blýggi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV