Á Breddanum: Jøvn kvinnuumboðan á høgra- og vinstraveingi

Á Breddanum: Jøvn kvinnuumboðan á høgra- og vinstraveingi
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia
Kommunuval verður í heyst, og í Breddanum í dag verður spurt, um tað er torførari hjá kvinnum á høgraveingi at gera seg galdandi í politiska umhvørvinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.05.2024 - 08:54

Hvussu fáa vit javna umboðan millum kvinnur á høgra- og vinstraveingi í føroyskan politikk, og er tað torførari hjá kvinnum at fóta sær í politiska umhvørvinum, um tær vilja gera seg galdandi á høgraveinginum?

Tað spyrja vit í sendingini í dag, nú tað stundar til kommunuval.

Vit tosa við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.

 

Útskrivað til einki

Útskrivað av psykiatriska deplinum - til einki.

Tað er lagnan hjá einari ungari kvinnu við sálarsjúku, sum fríggjadagin stendur á gøtuni, og foreldrini rópa tí neyðarróp á myndugleikarnar.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035