- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum halda fram fyribils
Sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum halda fram fyribils
Partarnir hava samráðst síðani 4. apríl
Mynd: Føroya arbeiðarafelag
01.05.2024 - 09:10
Hóast sáttmálarnir millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar fara úr gildi í dag 1. mai, halda samráðingarnar fram.
Samráðingar vera aftur í morgin ári.
Samráðingarnar hava verið síðani 4. apríl, tá fyrsti samráðingarfundur var.
Partarnir handaðu krøvini 22. mars.
Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag samráðast saman.
Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðingar fyri seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV