- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hanus á Gørðum tikið við sum sjúkrahús- og fongsulsprestur
Í dag, 1. mai, tekur Hanus á Gørðum við sum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur.
Hann avloysir Sverra Steinhólm, sum røkti hetta kall í útivið 28 ár. Í oktober var hann innsettur í nýggja starvið sum diakonprestur.
Hanus á Gørðum var prestvígdur í 2007, og virkaði fyrstu tíðina sum vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Síðani 2010 hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, og hann var tá fyrsti prestur, sum eftir yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni var settur í starv sum tænastumaður.
Uni Næs, dómpróstur, skipar Hanus á Gørðum í embætið sunnudagin 5. mai við gudstænastu í Vesturkirkjuni, men nýggi sjúkrahús- og fongsulspresturin tekur við starvinum í dag.