- Tíðindi, mentan og ítróttur
1. maidagshald í Havn og Vestmanna
Í dag, 1. mai, er altjóða arbeiðaradagur.
Arbeiðaradagurin verður vanliga hildin um allan heim, har ljós verður varpað á korini hjá verkafólki og løntakarum og viðurskiftini í vælferðarsamfelagnum.
1. maidagshaldið í Vágsbotni í Havn verður sent í útvarpinum seinnapartin klokkan 16.
Røðarar í ár verða Marianna S. Hansen, lærlingur, Kári Johansen, býráðslimur, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.
Havnar Hornorkestur og Hinumegin Ringvegin Trio spæla í sambandi við haldið.
Fyriskipararnir siga, at tulkur verður til staðar, og økið verður stongt fyri ferðslu.
Á Reyða torginum í Vestmanna verður 1. maidagshald eisini klokkan 16.
Røðarar í Vestmanna verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður.