- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið gjørt nýggjan trý ára sáttmála
Peagogfelagið hevur gjørt nýggjan trý ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Pedagogfeagið sigur, at hetta er fyrstu ferð í drúgva tíð, at sáttmáli er gjørdur uttan at semingsstovnurin er boðsendur, og tað boðar frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar, sigur felagið.
Galdandi sáttmáli fór úr gildi 1. apríl í fjør.
Sama hækking sum onnur fakfeløg
Lønarhækkingin i nýggja sáttmálanum samsvarar við tað, sum onnur fakfeløg hava fingið.
Lønin hækkar 3, 8 prosent 1. apríl 2023.
1. januar í ár verður lønartalvan til dagførd við lønarlyfti til námsfrøðingar, atstøðingar og hjálparfólk
1. apríl í ár hækkar lønin 4,2 prosent, og 1. apríl í 2025 hækkar lønin 4,45 prosent.
1 januar í 2025 hækkar eftirlønin til fastløntar námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnum úr 12 upp í 13 prosent.
Eftirlønin hjá fastløntum hjálparfólkum á landsins stovnum hækkar úr 12 upp í 13 prosent í 1. januar í 2025.
Harumframt hava partarnir avtalað ymsar førleikaviðbøtur og tillagingar.
Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, skriva undir nýggja sáttmálan. (Mynd: Pedagogfelagið)
Í morgin verður fundur við álitisfólkini um nýggja sáttmálan.
Dagført: Hoyr samrøðu við Sonnu á Løgmansbø, forkvinnu í Pedagogfelagnum, um nýggja sáttmálan: