- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyt ætlanina um tjóðleikhús
Eitt tjóðleikhús burturav er ikki besta loysnin fyri Føroyar. Í staðin eigur at vera bygt eitt hús, sum bæði kann vera ein tjóðpallur fyri sjónleik og ein tjóðpallur fyri symfoniska tónleikin.
Tað heldur Hans Petur í Brekkunum, stjóri fyri Føroya Symfoniorkestur.
Eftir hansara tykki er eitt tjóðleikhús við tveimum, stórum salum - ein til sjónleik og ein til tónleik - besta og rætta loysnin.
Í lesarabrævi um dagarnar heitir Hans Petur í Brekkunum á politiska myndugleikan um at steðga á við verandi ætlan at byggja tjóðleikhús og í staðin finna eina betri heildarloysn.
-Ja, allarhelst vil tað bæði seinka og dýrka ætlanina. Men afturfyri fáa vit eina betri loysn, bæði fyri sjónleikin og tónleikin, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Hoyr samrøðu við Hans Petur í Brekkunum: