Tá mann hevur eitt BMI, ið stendur fyri Body Mass Index, sum er yvir 30, sum hevur mann stóra yvirvekt.
Av teimum 65,7 prosentunum av føroyingum, ið eru ov tungir, sambært tølum sum Fólkaheilsustýrið kunngjørdi í gjár, so hava 26 prosent av teimum eitt BMI sum er yvir 30.
Tað merkir, at hesi fólk liva við stórari yvirvekt.
Gongdin av stórari yvirvekt frá 2015 til í dag er greið, og tølini vísa, at tað eru alsamt fleiri føroyingar, ið liva við stórari yvirvekt.
Body Mass Index
BMI stendur fyri body mass index og er eitt mát fyri, hvussu nógv fiti er í kroppinum, mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er galdandi fyri vaksin, bæði kvinnur og menn. BMI verður roknað á henda hátt: BMI = Vekt (kg) / (hædd (m) × hædd (m)) ella:
Dømi: tú ert 175 cm høg(ur) og vigar 60 kg: BMI = 60 / (1,75×1,75) = 19,6, sum vit runda upp til 20. Um BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv. Tað merkir kortini ikki, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk við stórum vøddum ella tungari beinagrind kunnu hava høgt BMI uttan at vera ov feit. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er oman fyri 25.
Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum føri er týdningarmikið at økja vektina við sunnum kosti og rørslu. Vigar ein ov nógv, økist váðin fyri sjúku, til dømis sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum.
Neyðugt at hava eitt sindur av feitti á kroppinum. Hjá mannfólki skal 10 % til 20 % av kropsvektini helst vera feitt. Hjá konufólki er tað 18 % til 25 %.
Ein av møguleikunum at finna út av, um ein er yvirvektigur, er tann sonevndi BMI-prøvin. BMI sigur nakað um lutfallið millum tína vekt og hædd. BMI-roknarin gevur tær møguleika at vita, um tú ert ov feit(ur) ella ikki. Sjálvandi eru vit menniskju ymiskt uppbygd; tískil er talan um eina vissa margin, sum títt BMI kann liggja innanfyri. Um man vigar ov nógv, kann tað hava við sær ymsar sjúkur, so sum sukursjúku, hjartasjúkur, krabbamein og ov høgt blóðtrýst.
Í 2015 høvdu 18 prosent av føroyska fólkinum eitt BMI á 30 ella hægri.
Í 2019 var hesin parturin 21 prosent.
Og í dag liva 26 prosent av føroyingum við stórari yvirvekt.
Flest menn, ið hava stóra yvirvekt
Hyggja vit eftir aldursbólkum, er tað í aldrinum 45 til 54 ár, at flest menn eru í stórari yvirvekt. Í 2019 livdu 22 prosent av monnunum í hesum aldursbólkinum við stórari yvirvekt. Í 2023 var hetta talið vaksið til 33 prosent, sum er ein vøkstur á 11 prosent.
Hjá kvinnum er tað hinuvegin í aldursbólkinum 35-44 ár, at flest eru í stórari yvirvekt. Í hesum aldursbólki livir meira enn triðja hvør kvinna í dag við stórari yvirvekt. Talið er tvífaldað síðan 2015, tá Fólkaheilsustýrið lat fyrstu av slíkum kanningum gera.
Øll frágreiðingin frá Fólkaheilsustýrinum kann lesast her.