- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknavaktin styrkt við psykiatriskum førleikum
Læknavaktin verður nú styrkt við psykiatriskum førleikum
Læknavaktin er styrkt soleiðis, at tey, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga, kunnu fáa møguleika at tosa við ella hitta fólk, sum serliga taka sær av slíkum trupulleikum.
Fakfólk og felagsskapir hava í eina tíð víst á, at neyðugt er við einari skipan, sum tryggjar aðra hjálp, tá fólk brádliga gerast sálarliga illa fyri. Tað er nú veruleiki.
“Eg eri fegin um, at skipanin við styrktari tænastu í læknavaktini er farin at virka. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá sjúklingum og sjúklingafeløgum, og við hesi broytingini skuldu vit verið nærri málinum at tryggja, at fólk kenna, at tey fáa somu tænastu uttan mun til, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.”
Tað er Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, sum í samstarvi við Læknavaktina veitir hesa tænastuna. Settir eru sjúkrarøktarfrøðingar við psykiatriskum førleikum at hava telefonviðtalur ella persónliga viðtalur eftir áheitan frá lækna í læknavaktini.
Læknavaktin 1870 svarar eftir kl. 16 gerandisdagar umframt alt samdøgrið í vikuskiftinum og halgidagar, tá fólk ikki kunnu ringja til sín egna kommunulækna. Fólk við psykiatriskum førleikum starvast í kvøldvaktunum allar dagar, og tað er frá kl. 16.00 til 23.00.
At læknavaktin er styrkt við psykiatriskum førleikum, er eisini ein liður í at javnseta sálarligar og likamligar sjúkur. Øll, ið stríðast við brádliga sjúku, kunnu ringja á sama telefonnummar, 1870, tá læknavaktin hevur opið.
Meira fæst at vita um læknavaktina her.