- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundøki á Viðareiði til íbúðarbygging
Grundøki á Viðareiði til íbúðarbygging
Viðareiðis kommuna ætlar at íbúðir skulu byggjast í bygdini.
23.04.2024 - 08:13
Viðareiðis kommuna ætlar at íbúðir skulu byggjast í bygdini.
8. mars bjóðaði kommunan eitt 11.495 fermetra stórt øki til sølu og freistin at lata inn tilboð er á middegi í dag.
- Vit vilja bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, og at útvega íbúðir er partur av hesi ætlan, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.
Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, sigur Viðareiðis kommuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV