- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glaspláturnar á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum verða tiknar niður
Glaspláturnar á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum verða tiknar niður
Arbeiðið at taka niður glaspláturnar á umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum, er nú byrjað.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen
22.04.2024 - 14:50
Búsetur fekk arbeiðið at taka glaspláturnar av umsitingarbygninginum hjá løgtinginum niður fyri slakar 800.000 kr.
Arbeiðið skal vera liðugt fyri 1. juni.
Pláturnar vera goymdar í kjallaranum í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, sum Løgtingið leigar.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Tá pláturnar eru tiknar niður, fer ein onnur fyritøka at kanna betongið, sum pláturnar vóru festar í.
Í fjør summar duttu tvær glasplátur av bygninginum. Kanning vísti, at pláturnar vóru ikki nóg væl festar.
Einki eftirlit var við arbeiðinum, tá fasadan á umsitingarbygninginum hjá løgtingum varð gjørd. Tað er millum niðurstøðurnar í frágreiðing, sum løgtingið hevur fingið, eftir at tvær glaspláturnar, sum klæða bygningin, dottu niður í fjørsummar.
Tað er listakvinnan Hansina Iversen, ið hevur málað serligum glaspláturnar.
Meðan arbeitt verður við at taka tungu glaspláturnar niður, so verður Tinghúsvegurin stongdur í dagtímunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV