- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaheilsustýrið: Føroyingar viga ov nógv og gerast alsamt tyngri
5.000 føroyingar hava luttikið í kanningini "Hvussu hevur tú tað?" um heilsu, sjúku og trivna, ið Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri.
Vár Honnudóttir, verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsustýrinum, má bara staðfesta, at tølini lúgva ikki: Føroyingar viga ov nógv. Og satt at siga, so gongur tað bara ein veg hjá føroyingum, og tað er skeiva vegin, vísir hon á.
- Í 2023 høvdu 66 prosent av Føroyum eitt BMI á 25 prosent ella hægri, sigur Vár Honnudóttir.
Vár Honnudóttir, verkætlanarfólk í Fólkaheilsuráðnum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Menn eru feitari enn kvinnur
Tað eru fleiri menn enn kvinnur, ið hava eitt BMI á 25 ella hægri. Hjá báðum kynum eru tað serliga tey í aldrinum 55 til 64 ár, ið viga mest, og aftur í hesum føri eru tað menninir, sum eru í tyngra lagi.
Hóast støðan ikki er eins ring allastaðni, so er gongdin hin sama kring allan heim, og alsamt fleiri fólk liva við yvirvekt. Føroyingar viga fjórð mest í øllum heiminum. Yvirvekt er ein alheims fólkaheilsutrupulleiki og viðvirkar til aðrar sjúkur.
- Støðan má takast í álvara, sigur Vár Honnudóttir.