- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður í grundlógaravhoyring í samband við bumbuhóttan
Maður í grundlógaravhoyring í samband við bumbuhóttan
Ein maður í 30'unum er í grundlógaravhoyring í dag.
21.04.2024 - 09:57
Ein maður í 30'unum, sum var handtikin í sambandi við bumbuhóttanina móti altjóða flogvøllinum í Billund fyrrapartin í gjár, er í grundlógaravhoyring í dag.
Tað verður kravt, at maðurin skal varðhaldsfongslast, skrivar danskir miðlar.
Flogvøllurin var stongdur og fólk vóru rikin burtur úr økinum, og løgreglan tók burtur tað, sum hon helst vera spreingievni.
Flogvøllurin lat uppaftur í gjárkvøldið, eftir at løgreglan metti, at einki vandi var á ferð meir.
Grundlógaravhoyringin er fyri dupult-afturlatnum hurðum.
Dómarin segði, at í sambandi við kanningararbeiðið í málinum, var skuldsetingin ikki lisin upp í rættinum meðan fjølmiðlar og onnur vóru inni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV