Grøvin ella Danmark

Grøvin ella Danmark
Fór dóttir mín ikki á danskan viðgerðarstovn, var hon ikki á lívi í dag. Sigur mamma átjan ára gomlu Kathrinu, sum er á Holmstrupgård í Jyllandi
Tað var sera tungt at noyðast at senda dóttrina av landinum, men tey høvdu einki val. Mamman er tó sannførd um, at hevði Kathrina havt fingið ta røttu hjálpina alt fyri eitt, hevði tað ikki komið so langt.
Mynd: Privat mynd og úr DR.dk  
 
19.04.2024 - 16:10

Kathrina fylti átjan í januar, og føðingardagin helt hon á danska viðgerðarstovninum, Holmstrupgård.

Hóast hon ikki vildi tað sjálv, varð hon send hagar at fáa viðgerð, tá hon var sekstan ára gomul.  

 

Kensluborið barn

Longu, tá Kathrina var smágenta, var hon øðrvísi, enn onnur børn, sigur mamman, Svana:

- Hon var sera kenslusom og hugsaði nógv um kenslurnar hjá øðrum, sigur Svana.

Hon vildi ikki særa onnur fólk, og fekk hon sjálv eitt lítið sár ella fekk ilt, græt hon so sera illa og hart.

- Nógv tekin vóru um, at Kathrina ikki hevði tað so gott, minnist mamman.

Tað hevur helst altíð ligið í henni, hugsar mamman nú, tá hon nú lítur aftur á barndómin hjá Kathrinu. Vit hugsaðu ikki so nógv um tað tá, men hon segði ikki altíð sannleikan, minnist Svava.

Og tá Kathrina til dømis ikki tímdi at rokna tað, hon fekk boð um í skúlanum, skræddi hon bara síðurnar úr roknibókini.


Kathrina og foreldrini (privat mynd)

 

Gjørdi skaða á egnan kropp

Kathrina hevur fleiri diagnosur: ADHD, Borderline og PTSD og í 2020 kom hon á fyrsta sinni í samband við "systemið" í Føroyum.

Mamman sigur, at í 2019 varnaðust tey fyrstu ferð, at Kathrina gjørdi skaða á seg sjálva. Tey sóu, at á beinum hennara var okkurt, sum ikki átti at vera.

Stutt áðrenn Kathrina fyllir fimtan ár, gjørdust foreldrini av álvara stúrin um dóttrina. Mamman helt tá, at Kathrina møguliga hevði fingið eina depressión.

Kathrina bleiv útgreinað, og tað varð staðfest, at hon hevði PTSD við sjálvskaða.

Hon verður innløgd fleiri ferðir, og hevur tað ógvuliga ringt ta tíðina, sigur Svana

Kathrina hevur tvey yngri systkin, sum foreldrini eisini skuldu hugsa um. Tey høvdu ikki orku til meira, og vóru púra fyriløgst, sigur Svana, sum minnist ilt aftur á ta tíðina:

- Tá barn títt hevur tað so svárt, gerst tú so stúrin, og verður púra fyri ongum, sigur hon.

 

Kathrina orkar ikki longur

Jólini í 2020 eru tung hjá bæði Kathrinu og foreldrunum:

- Jólaaftan segði Kathrina, at hon orkaði ikki meira, og í januar vísti hon mær, at hon hevði skorið seg um allan kroppin. Tá bleiv eg so bangin um hana, og tordi í grundini ikki at hava ábyrgdina, fortelur mamman.

Nú kemur ein tíð, har Kathrina verður innløgd á Psykiatriska depilin, og summarið í 2021 fær hon síðani pláss á einum serligum stovni í Havn, sum er fyri ungar gentur, sum hava tað ringt. Foreldrini fáa at vita, at hetta er eitt so serliga gott stað, og at stovnurin hevur vunnið virðislønir fyri sítt góða arbeiði.

- So tá kenna vit okkum heppin, sigur Svana.

Men á nýggja stovninum trívist Kathrina als ikki. Hon vil ikki verða verandi har, og rýmir fleiri ferðir. Heim til ommuna, og heim til foreldrini.

 

Roknaði ikki við, at dóttirin fór at fylla sekstan

Foreldrini kunnu bara staðfesta, at Kathrina fær ikki ta hjálp, hon hevur fyri neyðini. Men einki annað tilboð er í Føroyum.

Saman við Barnaverndini taka foreldrini tí ta tungu avgerð, at Kathrina noyðist at fara til Danmarkar á stovn. Hon hevði tað so ringt ta seinastu tíðina í Føroyum, at mamman roknaði ikki við, hon fór at fylla sekstan ár.

Barnaverndin gjørdi nógv burturúr at finna rætta staðið, og eftir drúgt kanningararbeiði varð avgjørt, at Kathrina skuldi fara á Holmstrupgård.

 

Grøvin ella Danmark

Tað var ikki lætt at senda dóttrina av landinum. Men hon var so heilt ómetaliga illa fyri tá:

- Vit høvdu snøgt sagt einki val. Tað var grøvin ella Danmark, sigur Svana erliga. 

So á vári í 2022 varð sekstan ára gamla Kathrina send av landinum. Hóast hon ikki vildi tað, skuldi hon nú búgva í Danmark, langt burturi frá familju og kenningum.

Men Kathrina, sum tá var so illa fyri, visti eisini sjálv, at henda loysnin var neyðug.

 

Átti ikki at verðið komið so langt

Svana sigur, at tað var sera tungt at noyðast at senda dóttrina av landinum, men at tey høvdu einki val, tí tað var ikki møguligt at bjarga henni í Føroyum tá.

Hon er tó sannførd um, at hevði Kathrina havt fingið ta røttu hjálpina alt fyri eitt, hevði tað ikki komið so langt. 

 

Heimaftur

Kathrina hevur tað nógv betri nú, og er vorðin sterkari.

Gongur alt, sum tað skal, flytir hon heim aftur til Føroya tíðliga í heyst.

Tá skal hon flyta á ein stovn, sum Almannaverkið hevur gjørt til hennara og tvær aðrar gentur.

- Vit síggja, at Kathrina er ment og er blivin nógv sterkari, sigur mamman.

Svana er fegin um, at Kathrina fekk møguleikan at fara á henda serliga viðgerðarstovnin í Danmark, men hon harmast, at tað skuldi gerast neyðugt. Kathrina fekk ikki neyðuga hjálp rættstundis, sigur hon og hevur eina áheitan á føroyskar myndugleikar:

- Okkum tørvar eitt psykiatriskt sjúkrahús til børn og ung. Tað sýnist, sum talan er um eina epidemi av ungum, sum skera seg, og teimum tørvar skjóta hjálp.

Kathrina fekk ikki neyðugu hjálpina, og varð tí send av landinum.

1. septembur kemur Kathrina, sum nú er fylt átjan ar, heim aftur til Føroya.

 

Hoyr samrøðu við Svanu Joensen her: 

 

Breddin_ung_send_av_landinum
 

 

Evnið varð viðgjørt í Breddanum og til ber at lurta eftir sendingini her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Mono 4. sending
184660
Mikudag 4. desember
Góðan morgun Føroyar
184631
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482