Havnarnevndin: Tjóðleikhúsið skal ikki flyta - tað skal bara fylla minni

Havnarnevndin: Tjóðleikhúsið skal ikki flyta - tað skal bara fylla minni
Økið, sum skal setast av til Tjóðleikhúsið, er nú tvífalt so stórt, sum ætlanin var upprunaliga, og tað kann havnarnevndin í Tórshavnar kommunu ikki góðtaka, sigur formaðurin
Tjóðleikhúsið, soleiðis sum MAP arkitektar ímynda sær, at tað skal síggja út
Mynd: MAP arkitektar  
 
17.04.2024 - 16:43

"Tað er eingin, ið hevur sagt, at mann ynskir at tjóðleikhúsið verður flutt til aðra staðseting í Havn ella út úr býnum."

Orðini eigur Kári Johansen, formaður í havnarnevndini í Tórshavnar kommunu, nú tað er komið fram, at havnarnevndin ikki vil gera leigusáttmála um tjóðleikahús á havnarøkinum. 

"Tá vit í Tórshavnar kommuna fyri tveimum árum síðani samtyktu at leggja tjóðleikhúsið á Eystaru bryggju, var økið, ið skuldi setast av til tjóðleikhúsið, 4000 fermetrar. Nú er økið vorðið 8000 fermetrar. Økið er sostatt vorðið tvífalt so stórt, sum upprunaliga ætlað, og tað er tað, ið havnarnevndin ikki kann góðtaka," leggur Kári Johansen afturat. 


Kári Johansen, formaður í havnarnevndini í Tórshavnar kommunu, saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Sambært formanninum í Havnarnevndini, so fer tað at avmarka logistikkin hjá Tórshavnar havn, og kann Havnarnevndin ikki góðtaka. 

"Tí vil eg mæla til, at mann setir seg niðuraftur og finnur út av einari loysn."

Havnarnevndin_um_tjodleikhusid_-_Kari_Johansen_17042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497