Stjórin í Heilsustýrinum: Føroyskar blóðroyndir liggja trygt í Føroyum

Stjórin í Heilsustýrinum: Føroyskar blóðroyndir liggja trygt í Føroyum
Ílegulógin tryggjar, at blóðroyndir, sum eru tiknar í Føroyum, ikki blíva brúktar til ymisk endamál uttan samtykki, staðfestir Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.04.2024 - 17:00

Niðri er nú komið undan kavi, at 10 milliónir blóðroyndir, sum eru tiknar á sjúkrahúsum og hjá læknum yvir fleiri ár, kunnu hava verið brúktar til ymisk endamál - uttan samtykki.

- Hetta er tó ikki nakað, ið rakar blóðroyndir hjá føroyingum, tiknar í Føroyum, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum. 

Orsøkin er, at í Føroyum hava vit eina ílegulóg, sum tryggjar, at blóð, ið er vevnaður, og úrslit av blóðroyndum, ikki verður útflýggjað uttan samtykki. 

- Føroyska skipanin er betri enn tann danska, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og stjóri í Heilsustýrinum. 

 

Blóðroyndir koma aftur til Føroya

Føroyskar blóðroyndir verða í dag sendar niður til Statens Serum Institut, og hava verið tað síðani 1986.

Tað eru hælblóðroyndir frá føroyskum nýføðingum, sum verða goymdar á sokallaðum PKU-kortum.

Hesar royndir eru tøkar til kanningar á Statens Serum Institut í upp til 12 mánaðir, og koma síðan aftur til Føroya og eru í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum.
 

1667383

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749