- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kaj Joensen: "Fólk eru í sjokk um, at Børsurin brennur"
Kaj Joensen: "Fólk eru í sjokk um, at Børsurin brennur"
Kaj Joensen, ið er skrivari hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, hevur arbeitt nógv ár í fólkatinginum. Fólk eru sera kedd um, at Børsurin brennur, sigur hann
16.04.2024 - 15:05
"Óunniligt at koma til arbeiðis í morgun. Børsen stendur í ljósum loga," skrivaði Kaj Joensen, skrivari hjá Sambandsflokkinum á fólkatingi á sínum Facebook-vanga í morgun.
Kaj Joensen, ið býr í Odensen, var júst komin við tokinum til Keypmannahavnar.
Tað var í morgun, at eldur kyknaði í søguliga Børsinum í Keypmannahavn.
Børsurin er ein av elstu bygningum í Keypmannahavn. Hann er frá ár 1625.
Eldurin hevur verið umfatandi, og eyðkenda tornið var tað fyrsta, sum reyk.
20240416_NET_TORNID_BORSEN_RAPAR
Kaj Joensen greiðir soleiðis frá, hvussu hann upplivdi eldin í Børsinum.
1667392
Nýggjastu sendingar í ÚV